Kennir einki til havrannsóknarskip

Finn Danberg, nevndarformaður í LÍV, vísir aftur, at felagið hevur boðið seg fram at byggja nýtt havrannsóknarskip

- Eg skal ikki avvísa, at tað kundi verið ein áhugaverd íløga at bygt eitt havrannsóknarskip, men at vit hava bjólðað okkum fram, kenni eg einki til.
Tað sigur nevndarformaðurin í LÍV, Finn Danberg.
Tað hevði annars ljóðað, at LÍV skuldi havt boðið seg fram at byggja ætlaða havrannsóknarskipið, men hetta er ikki so.
- Hetta er ikki nakað, sum nevndin í LÍV hevur viðgjørt, og eg hugsi ikki, at nýggi stjórin hevur boðið sær til at byggja havrannsóknarskip, uttan at kunna nevndina, sigur Finn Danberg.
Tað er annars ein vegur, sum pensjónskassar uttanlands ganga meira og meira, at fara saman við privatum ella almennum verkætlanum, fyri tann vegin at fáa sum mest burtur úr pengunum.
- Tað kundi saktans verði, at at ein Skalafjarðartunnil ella eitt havrannsóknarskip kundu verið áhugaverdar íløgur fyri okkum, tí hjá okkum ræður um at fáa sum mest fyri tann pening, sum liggur í pensjónsgrunninum, sigur Finn Danberg.
Herfyri segði umboð fyri reiðaríið, Christian í Grótinum, at teir einki høvdu havt ímóti at fíggja og byggja eitt nýtt havrannsóknarskip.