Kenni onki til “klandur”

- men mín politiska støða er óbroytt

Vísandi til forsíðusøgu í Dimmu í kvøld, vil eg gera vart við at eg als onki kenni til nakran “klandur” millum landsstýriskvinnuna í mentamálum, formannin í Tjóðveldi og undirritaðu um hvørt umsitarin av fólkakirkjuni í Føroyum, skal vera limur í fólkakirkjuni ella ikki.

 

Uppskotið frá Tórbjørn Jacobsen og mær um at áseta hetta sum eitt lógarkrav í løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum varð burturvíst av løgtinginum. Annars var breiður uppbakningur í táverandi tingmanning floksins um hesa áseting.

 

Eisini var hetta eitt greitt ynski frá kirkjuliga landslagnum í Føroyum við tað at bispur, dómpróstur, Prestafelag Føroya og Felagið fyri kirkjuráðslimir vísti á, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum eigur at vera limur í fólkakirkjuni.

 

Meirilutin í táverandi Mentanarnevnd, helt tað grundleggjandi ikki vera rætt at lógarfesta trúarkrøv til landsstýrismenn, og sambært løgfrøðiligu ráðgevingini forðar stýrisskipanarlógin fyri at avmarka framíhjárættindi løgmans at tilnevna landsstýrismenn við at áseta í løgtingslógini um fólkakirkjuna í Føroyum, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum skal vera limur í fólkakirkjuni.

 

Hóast hetta, so skilti meirilutin sjónarmiðið, og meirilutin skrivar soleiðis í álitinum, “at løgmaður eigur at taka atlit til hetta, tá landsstýrismaður í kirkjumálum verður tilnevndur, soleiðis at tað kann verða politisk siðvenja, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum er limur í fólkakirkjuni.” Hesum hevði løgmaður eisini greitt givið til kennar at hann var sinnaður at fylgja í framtíðini.

 

Eftir at uppskotið um limaskap í fólkakirkjuni, hjá tí sum skuldi umsita fólkakirkjuna, var burturvíst, setti eg mítt álit á at løgmenn í Føroyum í framtíðini vildu taka atlit fyri hesum ynski frá Menturnarnevndini og kirkjuliga landslagnum í Føroyum.

 

Eg vil bara gera vart við at eg framvegis havi hesa støðu, altso at løgmaður átti at flutt kirkjumál til annað landsstýrisfólk, sum er limur í fólkakirkjuni, at umsita, og mín vón er at løgmaður vísir virðing fyri Mentunarnevndini og ynskjunum frá biskupi, dómprósti, Prestafelag Føroya og Felagnum fyri kirkjuráðslimum.