Ein teirra, sum tók orðið á landsfundi Miðfloksins í morgun, var formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard. Hann nam við fleiri spurningar, men legði fyri við at vísa á munin, ið verður gjørdur á fólki í samfelagnum.
Sjálvur bleiv hann skaddur fyri nøkrum árum síðani, og greiddi hann frá teimum trupulleikum hann hevði við at koma ígjøgnum skipanina.
- Eg rendi meg fastan allastaðni í skipanini og kom ikki víðari. Men nú eg eri vorðin formaður í Fiskimannafelagnum, kenni eg, at støðan knappliga er ein heilt onnur. Nú eru knappliga eingir trupulleikar, vísir Jan Højgaard á.
Og júst hetta, at munur verður gjørdur av fólki, er ein skeivleiki, ið má rættast ongatíð ov skjótt, heldur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Hann vísti eisini á eitt annað – og í grundini sera áhugavert – mál, nevniliga javnrættindini. Hann segði nevniliga, at javnrættindi ikki bert eigur at vera galdandi millum kynini, men eisini millum fakøkini og samfelagsbólkarnar annars í landinum.
- Eingin veruligur arbeiðari er í tinginum, og heldur eingin fiskimaður. Sama er galdandi í almennum nevndum, og her er eitt javnstøðumál, ið vit eiga at taka upp til umrøðu, segði Jan Højgaard millum annað á landsfundi Miðfloksins á Hotel Føroyum leygardagin.









