- Allir føroyingar, eisini teir í Danmark, fylgja við, hvat hendir í Strandferðsluni, so í so máta eri eg rímiliga væl fyri, sigur Hilmar Eliasen, nýklaktur stjóri á Strandferðsluni.
Les eisini: Strandferðslan fingið nýggjan stjóra
Hann heldur seg hava drúgvar royndir innan logistikk.
- Eg havi í mong ár arbeitt innan logistikk og havi arbeitt innan reiðarí eisini, so eg kenni meg væl ílætnan til starvið, sigur Hilmar Eliasen.
Hann hevur tí eina góða mynd av hvat tað er, hann gongur inn til.
- Allir føroyingar, eisini teir í Danmark, fylgja væl við hvat hendir í Strandferðsluni, og eg havi eisini verið í jøvnum samskifti við Vinnumálaráðið, sigur Hilmar Eliasen.
Hann tekur við starvinum 1. juni