Orð og myndir: Jan Müller jan@sosialurin.fo -Hann heldur tað er sera tryggjandi at vita og síggja, at umstøðurnar at arbeiða undir eru góðar, og at tað eru professionell fólk, sum standa fyri arbeiðinum vegna okkum. So tað at vit hava bæði eitt gott fyristøðufelag og borifelag, sum standa fyri hesi týðandi boringini, kenst sum ein góð trygd fyri víðari gongdini. Stena Don boripallurin er so heldur ikki ein og hvør. Hann er tann nýggjasti flótandi boripallurin í Norðsjónum, sum er sera væl útgjørdur. Hann telist ikki millum teir størstu men er ein væl eydnaður pallur, sum tykist at rigga væl til okkara viðurskifti. Sigurð í Jákupsstovu er serstakliga fegin um, at tað nú er nógv, sum bendir á, at tað ikki er nøkur forðing longur at bora gjøgnum basalt. Hetta hevur veldugan týdning, tá hugsað verður um framtíðar boring. Hóast tað hevur gingið betri at borað enn mett, so heldur Sigurð, at tað var rætt at leggja teir fýra brunnarnar frá 1. útbjóðing saman til tveir, tí tað gav ikki nakra meining at bora teir brunnarnar einsamallar. Tí heldur hann at tað var eitt gott val at leggja teir saman og bora tveir brunnar á basaltinum, ein í ár og ein næsta ár. At tað hevur gingið betri at bora enn mett kunnu vit bara fegnast um. -Tað hevur eisini so stóran týdning fyri okkum at kanna basaltið, nú nærum alt føroyska økið er dekkað av basalti. Tí var tað so vigtugt at fáa hol á nú. Her er so bara talan um tað eina økið, sum sær áhugavert út. Tað finnast eisini mong onnur øki á landgrunninum, sokallað prospekt, sum síggja spennandi út.