Kenni meg sum føroying

Eg eri uppvaksin saman við míni føroysku familju. Pápi mín býr í Sudan, eg kenni meg sum føroying, sigur Jasmin

- Ja, eittsindur - svarar hon á føroyskum, tá eg spyrji um hon tosar føroyskt.

15 ára gamla Jasmin Dahl er uppvaksin í Høje Gladsakse og tosar flótandi danskt, men hon skilir væl føroyskt, kennir seg sum føroying og vil gjarna búgva í Føroyum í nøkur ár.

Tað hevði eg væl kunna hugsað mær. Eg eri hvørt ár í Føroyum. Eg elski Føroyar, og eg kenni meg sum føroying, sigur hon.

Pápin er afrikanari og býr í Sudan, so tað mesta av familjuni, er føroysk. Men alt eftir, hvat tónleikurin fer at geva av sær nú, er tað ringt at meta um, hvar hon skal búgva.

- Eg hugsi, at um vit fáa nógv at gera við tónleikinum, so er tað kanska best at búgva í Danmark ella onkra aðrastaðni, sigur Jasmin.

Nú skulu hon og Antony til Los Angeles at arbeiða saman við kenda tónleikaraframleiðaranum, John Shank. So má tíðin vísa, hvat tað førir við sær.

Danmarks Radio og Sony Music hava lagt samstarvið til rættis.