Kenni meg sum ein vinnara

FINALAN Hóast eitt triðja pláss er Sveinur Gaard Olsen sera fegin, nú X Factor er av. – At standa í finaluni og syngja fyri 15.000 fólkum. Tað hevði eg ongantíð roknað við, so eg kenni meg sum ein vinnara, sigur hann

– Ja, tað kanst tú 100 prosent, ljóðaði tað beinanvegin frá Sveini, tá eg eftir finaluna spurdi hann, um eg kundi ynskja honum tillukku við triðja plássinum.
– Fyri meg er tað ein sigur at koma í finaluna. Eg havi ikki sungið nakað serligt fyrr, so at standa í eini finalu og syngja fyri 15.000 fólkum, tað hevði eg ongantíð roknað við, so eg kenni meg sum ein vinnara. Eg havi eisini gjørt alt fyri at føra meg fram, og tað havi eg eisini megnað. Tað er eisini ein sigur, sigur Sveinur Gaard Olsen.

Vil einki broyta
Í støðum sum tí, Sveinur er í, er lætt at ímynda sær, at hann vildi gjørt okkurt øðrvísi og broytt okkurt smáting, sum kundi tryggjað honum eina aðra plasering, nú hann var so nær við. Men tað vil Sveinur ikki.
– Nei, tað vildi eg ikki gjørt. So leingi tú gert tú títt besta, so kanst tú ikki annað enn at hvíla í tí og tað gjørdi eg, sigur Sveinur avgjørdur á málinum.

Errin og fegin
Sveinur hevur alla tíðina gjøgnum X Factor verið rættiliga avkláraður um sína støðu. Tað er hann framvegis, nú alt er av.
– Hetta hevur verið ein ótrúlig ferð, og tað meini eg. At koma her til og at hava samstarvað við so nógvum listafólkum er óveruligt. Tí eri eg bæði errin og fegin, sigur Sveinur, sum í X Factor hevur samstarvað við Rasmus Seebach, MC Clemens, Søren Balsner og Oh Land, umframt Cutfather sjálvsagt.

Mikrofon heldur enn hamari
Hóast X Factor nú er av og vit neyvan koma at síggja Svein á sjónvarpsskíggjanum næstu tíðina, er havnarmaðurin avgjørdur um, at vit ikki hava sæð hann fyri seinastu ferð.
– Nú fari eg út at samráðast við ymisk fólk, tí eg skal finna út av nøkrum tingum og eg vil skriva tónleik. Sostatt byrjar tað ordiliga nú, tí eg vil fegin skifta hamarin út við mikrofonina, fortelur Sveinur, ið er ómetaliga takksamur fyri stuðulin, hann hevur fingið.
– 1000 takk fyri øll tit, sum hava stuðlað. Tað hevur verið fantastiskt við øllum atkvøðunum og penu orðunum á Facebook. Eg gleði meg at síggja tykkum øll, tí hetta er tað seinasta, tit hava hoyrt frá mær, sigur hann.