Onkur hevur roynt at seta eld á verkstaðin hjá Eyðun Dal-Christiansen, ið arbeiðir við grótlist. Tríggjar ferðir innan fyri átta dagar hevur onkur gjørt seg inn á brunnin, sum hann hevur innrættað sum verkstað og í nátt styrknaði herverkið, tá roynt varð at seta eld á. Hann sigur við Sosialin, at hann kennir seg forfylgdan.
Glas, pottabrot og sterkur luktur av smyrjiolju var tað fyrsta Eyðun Dal-Christiansen møtti, tá hann kom út til verkstaðin hjá sær í morgun.
Rundan um brunnin, sum hann hevur leigað frá Tórshavnar Kommunu og innrættað til verkstað, svumu svávulpinnar runt í olju og ballónir lógu og sløddust. Hesar skuldu helst nýtast til oljuna, so hon kundi blakast inn ígjøgnum vindeygað.
Í átta ár hevur Eyðun Dal-Christiansen arbeitt í verkstaði sínum úti á Norðasta Horni - einum gomlum brunni, sum hann sjálvur hevur gjørt rættuliga nógv við. WC og takvindeygu eru sett í og rúm eru gjørdi inni, so møguligt er at sita og arbeiða í nógvar tímar.
Eyðun er á verkstaðnum sum hvønn dag og sigur, at hann hevur brúkt fleiri 1000 tímar upp á at gera brunnin egnaðan til endamálið. Her hevur hann so sitið í friði og náðum og arbeitt við síni grótlist inntil fyri einari viku síðani.
Tá Eyðun kom niðan til verkstaðin tann 25. mai, varnaðist hann, at ein rútur var brotin. Hann ruddaði upp rundan um bygningin og setti eina plátu upp fyri vindeyga við eini heilsu til herverksfólkini.
Nakrar dagar seinni var aftur galið. Nú var enn ein rútur brotin og ein posi við onkrari sevju, varð blakaður inn gjøgnum vindeygað, greiður Eyðun Dal-Christiansen frá.
Posin liggur enn á gólvinum, eins og grót liggur fleiri støð á gólvinum, har tað er komið singlandi inn gjøgnum vindeyguni.
Hava roynt eldáseting
Í nátt var so triðju ferð, at Eyðun Dal-Christiansen var útsettur fyri herverk, og gerningsfólkini hava tikið herverkið eitt stig longur hesaferð. Tað er heilt týðuligt, at ein roynd er gjørd at seta eld á, staðfestir vagthavandi á Politistøðini.
Olja flýtur allastaðni bæði uttanfyri og inni á wc’inum. Svávulpinnar liggja somuleiðis og flóta í oljuni, sigur hon. Eyðun Dal-Cristiansen er ei heldur eitt sekund í iva um, hvat gerningsfólkini hava viljað.
- Her er eingin ivi um, at hetta er ein tilvitað roynd at seta eld á, og hetta er ikki smádreingir, sigur hann. Stóru grótini, sum eru syft langt inn í bygningin, kunnu ikki vera tveitt av smádreingjum, heldur hann. Hann er ólukkuligur og ráðaleysur.
- Eg veit ikki eingongd, hvussu eg skal reinsa oljuna upp, sigur Eyðun Dal-Christiansen. Hann er skelkaður og kennir seg forfylgdan.
Serliga brotnu krússini og skálirnar uttanfyri gera, at Eyðun Dal-Christiansen heldur, at hetta snýr seg um nakað persónligt, og at viðkomandi kunnu gera seg inn á onnur ting hjá honum.
- Her liggja krúss og skálir, sum hava staðið innanfyri. Tað vil siga, at onkur hevur haft armin inni, tikið hesi tingini út og hevur hamrað tey inn ímóti vegginum – tað tykist mær, sum um hetta er okkurt persónligt, sigur hann. Hann hevur lagt nógv arbeiði og pengar í at fáa brunnin gjørdan egnaðan til verkstað.
- Eg havi bygt alt hetta upp sjálvur, og eg havi stríðst við lekar, stormar og regn. Tað kann eg fyrihalda meg til, men eg havi ilt við at fyrihalda meg til, at onnur menniskju skulu gera hetta tiltivað, tað klári eg slett ikki, sigur hann.
Ger grótlist
Eyðun Dal-Christiansen er hýruvognsførari í gerandisdegnum, og arbeiðir við grótlist í frítíðuni. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi hann av at gera nakað sín gamla dreym, sum er at gera ymiskt burtur úr gróti. Hann ger grótlampur, veggir, tún og trappur. Tað, sum hann óttast nú, er, at tað arbeiði, sum hann hevur brúkt mánaðir uppá, skal fara til spillis.
- Tað ringasta er, um tað eg havi arbeitt við brotnar. Her liggja mánaðir av arbeiði aftanfyri, sigur hann og leggur aftrat:
- Mær vitandi er eingin, sum ger tað sama sum eg, og fólk kunnu meina um tað, sum eg geri, hvat tey vilja, men hetta er ótrúliga groft – eg eri púra ráðaleysur, sigur hann.
- Fólk gleðast um ymisk ting – summi fiska síl og onnur mála. Hetta er tað, sum eg gleðist um, og á ein ella anna hátt kennist tað, sum at tilverðan rapar, tá slíkt hendir, sigur Eyðun Dal-Christiansen.
- Eg hgusi, hvat verður tað næsta? Og eg óttist at hesi fara at brenna alt mítt arbeiði av, sigur hann.
Eldáseting er álvarsamt
Eitt er at knúsa rútar. At royna at seta eld á, er nakað heilt annað, og hetta er sera ódámligt og eittsindur óhugnaligt, siga tey á politistøðini.
- Vit fara at gera tað vit kunnu fyri at finna útav, hvør stendur aftanfyri. Millum annað kunnu vit senda nakrar royndir til Danmark, og vóna at fáa onkra brúkbara vitan burturúr tí, sigur vagthavandi.
- Vit taka hetta í størsta álvara. Eldáseting er álvarsamt og kemur undir revsilógina, verður sagt av politistøðini. Politiið heitur á øll, ið møguliga hava sæð okkurt illgrunavert við brunnin at venda sær til løgregluna á 351448. Hendingarnar fóru fram uttanfyri vatnbrunnin, sum Eyðun Christiansen brúkar til verkstað náttina til 25. mai, 29. mai ella 2. juni Brunnurin sæst omanfyri býlingin á Norðasta Hornið. Hann liggur nærhendis rossafjósunum.