Norska blaðið, Fiskaren, veit at siga, at eitt nýtt býti á 12% av makrelkvotuni stendur Føroyum í boði, men hetta kennir Jacob Vestergaard einki til.
- Tað er nú einaferð soleiðis, at Noreg als ikki hevur verið við í prátinum um makrelin í langa tíð, orsakað av ríkisdagsvalinum, og Noreg hevur so seint sum í gjár útnevnt nýggjan fiskimálaráðharra, sigur Jacob Vestergaard.
Hann heldur ikki, at um eitt slíkt uppskot kom á borðið, fór hann at góðtaka tað.
- Vit hava jú kravt meira enn 12%, og biologiski veruleikin vísireisini, at vit hava krav upp á meira enn tað. Hinvegin kundi eitt slíkt uppskot skapt grundarlag fyri samráðingum, sigur Jacob Vestergaard.
Hann sigur seg ikki vilja gera viðmerkingar til, hvat býtisprosentið hjá Íslandi skal vera, tí tað er ein samráðingarspurningur.
- Men um Ísland skal hava sama býtisprosent sum Føroyar, so hongur tað als ikki saman í mínum høvdi, tí vit eiga munandi størri part í makrelinum enn Ísland, sigur Jacob Vestergaard.










