Tá heiðurslønir verða latnar á harudegnum í Nólsoy, er tað ikki neyðturviliga tann, sum fær flestar harur, ið eisini fær harusteypið.
Besti skjúttin er tann, ið skjýtur flestar harur við fægstu skotum. Tí fekk Jón Jacobsen heiðurin í ár - við fýra harum fyri fýra skot.
Kenneth Olsen var annars maðurin, sum leygardagin fekk flestar harur í Nólsoy, átta í tali. Næstur í tali var Karlot Hergeirsson, sum fekk sjey harur.