Kenneth & Albin í John’s Café

Livandi tónleikur verður í John’s Cafe í Fuglafirði í annaðkvøld.

 

Livandi tónleikur er hvørt vikuskifti at hoyra kring alt landið, tá ið café’ir, matstovur, náttarstøð og pubbir bjóða inn til veitslu.

 

Í annaðkvøld verður livandi tónleikur at hoyra frá Kenneth & Albin í John’s Cafe í Fuglafirði.

 

Kenneth & Albin hava spælt akkoustiskan tónleik saman í tvey ár, og teir hava verið nógv umbidnir og hava spælt í støðum sum Café Natúr, Mica, Klaksvíkar Klubbi, Marverick, Café Blitz, Péche, Pubbini á Tvøroyri, John's Café, Café Chill og Kafé Kaspar

 

Teir spæla fjøllbroyttan akkoustiskan tónleik í hóskar seg til eitt og hvørt høvið.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í kvøld.