Kennet fær størri samsýning

Strandferðslan lovar Kennet Justesen 10.000 krónur afturfyri, at hann við báti sínum Svartakletti seinasta fríggjadag bjargaði Súluni við fimm fólkum umborð

Seinasta fríggjadag kom Súlan, sum sigldi fyri Rituna á fugloyar- og svínoyarleiðini, i neyð út fyri Svínoynni, tí eitt rør brotnaði. Maskinrúmið var hálvt undir í sjógvi.
Súlan kallaði á Tórshavn Radio og bað um hjálp.
- Eg rópti, at eg var bara 20 minuttir frá teimum at sigla, sigur Kennet Justesen, sum henda dagin førdi fjallfólk við báti sínum Svartakletti við heimstaði í Hvannasund.
Hann hevði tá júst sett fjallfólkið í land.
Fimm fólk vóru umborð á Súluni, harav trý ferðafólk.
Teir á Súluni fingu tamarhald á støðuni.
Annar av monnunum á Súluni fór umborð á Svartaklett, og so fóru teir at sleipa.
- Tað var tungt at sleipa, eisini tí veðrið var so vánaligt, sigur Kennet Justesen.
Tað tók tríggjar tímar at koma inn í Sund.
Tá ið alt var av, ringdi Kennet Justesen til Stramdferðsluna, men hann og Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni eru ikki heilt samdir um innihaldið av tí samrøðuni.
- Eg fekk at vita, at eg bara skuldi senda eina rokning upp á 1500 krónur. Ta upphæddina helt eg vera láturliga, tí bara sleipið vardi í tríggjar tímar, og oljan er dýr. Tí havi eg onga rokning sent enn, sigur Kennet Justesen.
- Hatta var ikki so, sigur Conrad Gaard Joensen, Hann sigur, at teir vóru púra samdir um, at Kennet Justesen skuldi hava 2000 krónur til bátin um tíman, og tímatalið varð sett til fimm.
- Hatta var nakað annað, sigur Kennet Justesen.