Í USA er Kennedy-ættin aftur á veg upp í politikk. Tað er Joseph P. Kennedy III, sum ætlar at stilla upp fyri statin Massachusetts til Umboðsmannatingið seinni í ár.
Kennedy-ættin var umboðað í Kongressini, annaðhvørt í Senatinum ella Umboðsmannatinginum, frá 1946 til í fjør ella í 64 ár, tá umboðsmannatinglimurin Patrick Kennedy fór frá. Teir best kendu Kennedy-menninir í Kongressini hava verið brøðurnir John, Robert og Edward Kennedy.
Joseph P. Kennedy III er abbasonur Robert Kennedy. Hann er í 30'árunum, hevur løgfrøðiprógv frá lærda Stamford-háskúlanum og hevur arbeitt sum ákæri í Massachusetts.