Kenna væl tey føroysku andlitini

Fótbóltur: Donsku meistararnir hava akkurát keypt ein álopsspælara í Estlandi

Síðsta vika var fyrsta arbeiðsvikan hjá teimum í AaB. Spælararnir høvdu tvær vikur summarfrí, áðrenn teir mánadagin í síðstu viku møttu til venjingar og harvið fóru undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, har tað bæði ræður um at verja meistaraheitið, sum teir vunnu í juni, og um at standa seg væl í europeisku meistarakappingini, sum teir skulu royna seg í fyri aðru ferð.

AaB skal í kvøld spæla ein venjingardyst í Aalborg økinum, og fríggjakvøldið skulu teir spæla í Kongsvinger. Tað verður kortini ikki móti Juliani Johnsson og liðfeløgunum hjá honum. Men tað verður heldur móti skotska Celtic, sum í hesi vikuni er á venjingarlegu í Kongsvinger.

Í AaB hava teir allar teir spælararnir, sum vóru við til at vinna meistaraskapin fyri einum knøppum mánaða síðani. Og harafturat hava teir keypt Andres Oper, sum er estari og higartil hevur spælt við FC Flora Tallinn. Anders Oper var við á estiska landsliðnum, tá Føroyar í venjingardysti í Tartu í Estlandi 6. august í 1997 vunnu 2-0, og hann skoraði fjórða málið, tá Estland 4. juni í fjør á heimavølli í Tallinn vann 5-0 móti Føroyum.

? Okkum hevur tørvað ein álopsspælara, sum kann kappast um plássini við Søren Frederiksen og Frank Strandli. Vit hava kannað, um onkur serliga skjótur spælari hevur verið á marknaðinum, og so valdu vit estiska landsliðsmannin, sigur Lars Søndergaard, ið er hjálparvenjari hjá svianum Hans Backe, ið hevur høvuðsábyrgdina av danska meistaraliðnum.

Lars Sødergaard sigur, at teir hava hugt eftir einum spælara, ið hevur tær álopsdygdirnar, sum Todi Jónsson serliga vísti, tá hann spældi við Lyngby, og tað er ikki frítt, at føroyski landsliðsmaðurin hevur verið í huganum á teimum í Aalborg:

? Men tað kom ongantíð uppá tal at fara í samráðingar við FCK um at keypa Toda. Eg kenni ikki tølini neyvt, men eg rokni við, at vit hava fingið Andres Opel fyri tað hálva av tí, sum tað hevði kostað at keypt føroyska landsliðsspælaran leysan úr sáttmálanum, sum hann hevur við FCK.

Og so kunnu vit leggja afturat, at tað hevur verið nevnt, at AaB hevur rindað Flora Tallinn einar sjey milliónir krónur fyri skjóta álopsmannin.

Í Aalborg fylgja teir væl við, hvørjir spælarar eru, sum teir møguliga kunnu fáa fatur á. Í Norðurjyllandi búgva nógvir føroyingar, og tí er ikki óhugsandi, at tað hevði kenst aftur á áskoðarafjøldini, um ein føroyskur spælarin varð knýttur at felagnum:

? Vit kenna føroysku spælararnir, men vit hava í løtuni ongar ætlanir um at keypa nakran. Jákup Mikkelsen er ein fínur málverji, Todi Jónsson hevur nógv í sær, og í kvøld sóu vit onkrar spælarar, ið ivaleyst kundu staðið seg í donsku kappingini, var viðmerkingin hjá Lars Søndergaard, ið millum aðrar hevði lagt til merkis Pól Thorsteinsson og John Petersen.

jh