Fiskimenn í Danmark halda, at tey, sum sita við avgerðunum á fiskiveiðiøkinum, eru ov svartskygd. Hetta kann koma at kosta donskum fiskimonnum dýrt. Ávísingin av friðaðum havøkjum í tí, sum rópt verður Natura 2000-ætlanini, byggir á ov dapurskygdar metingar av ávirkanini á havumhvørvi.
Tað segði formaðurin í Danmarks Fiskeriforening, Svend-Erik Andersen, á aðalfundi um dagarnar.
- Eg stúri fyri, at kemur skil ikki at ráða, kann hetta gerast ein álvarsamur smeitur fyri donsku fiskivinnuna. Ætlaðu avmarkingarnar fara helst í fyrsta lagi at raka okkara útróðrarvinnu, sum ikki hevur so nógv økir at fara um.
Friðingarætlanin byggir á, at tilsaman 30 av 90 havøkjum - ella 17% av danska havøkinum tilsamans - skulu meiri ella minni friðast fyri vinnuligum fiskiskapi.
- Myndin av fiskiveiði, sum tey ráðandi gera sær, er oftast bæði gomul og skeiv. Alt ov nógvar frágreiðingar vísa til vísindaligar frágreiðingar, sum í veruleikanum eru meiri ynskir - enn vitan.
Svend-Erik Andersen vísir aftur, at ein so stórur partur av fiskastovnunum er ovurveiddur.
- Hetta eru gomul tøl, leggur hann aftrat.
Hann vísir á, at tað eru felagsskapir - eisini her í Danmark - sum mæla til, at øll fiskiveiði skal halda uppat.
- Sagt verður, at vit fiskimenn oyðileggja umhvørvi - og at vit taka nakað úr havinum, sum hoyrir heima har, sigur Svend-Erik Andersen.