Kenna nógv aftur

Í fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni eru fleiri ting, ið Tjóðveldisflokkurin sigur seg kenna aftur frá tíðina, tá ið flokkurin sat í samgongu saman við Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvsstýrisflokkinum, og sum tá varð stungið út í kortið. Hetta fegnast flokkurin um.

Sum dømi um hetta nevnir flokkurin uppskotið um at leggja barsilsskipanina út til arbeiðsmarknaðin, og eisini at kommunurnar fáa størri og størri ábyrgd á eldraøkinum.
- Vit høvdu uppskotið um at leggja barsilsskipanina út til arbeiðsmarknaðin fyri fleiri árum síðani, og vit fegnast um, at samgongan nú hevur tikið tað til sín, sigur flokkurin.
Eisini hevur samgongan ætlanir um at umfíggja landskassaskuldina, og tað sigur Tjóðveldisflokkurin eisini verða eitt av sínum børnum, sum sitandi samgonga hevur ættleitt, sum tikið verður til.
- Vit kunnu hóast alt staðfesta, at hetta eru nógv av okkara børnum, ið nú eru farin til gongu, og tí herja vit ikki so øgiligt á í kjakinum um fíggjarlógina, sigur Tjóðveldisflokkurin og vísir á, at nógv tær flestu íløgurnar hjá samgonguni eru frá raðfestingini hjá flokkinum í 1999.