Steintór Rasmussen og Jón Tyril siga seg ikki kenna til trupulleikar av rúsevnum á festivalunum. Hesum tekur Annlis Bjarkhamar SSP rágevið undir við. Annlis Bjarkhamar, ráðgevi í SSP samskipanini, segði í samrøðu við Rás2, at royndir frá festivalum uttanlands siga okkum, at rúsevnir mangan eru at finna, har sum nógvur ungdómur savnast, m.a. hava nógvir festivalar uttanlands verið karmar um stórar mongdir av rúsevnum.
Í hesum sambandið sigur Annlis, at ætlanir eru um at fáa eitt samstarv í lag í millum SSP samskipanina og festivalarnar, soleiðis at tey í felag kunnu gera ymisk fyribyrgjandi átøk.
Annlis leggur dent á, at ræðumyndin um at rúsevnir floyma á festivalunum í Føroyum ikki er heilt rætt. At okkurt er at finna ivast Annlis ikki í, men hetta er sambært henni ikki orsøkin til at SSP vil undir samstarv við festivalarnar.
- Festivalarnar eru eitt stað har nógv ung fólk savnast, og tískil er tað eitt gott høvi at náa so breiðum skara av ungum fólkið sum gjørligt, og tað er orsøkin til at SSP vil við í fyrireikingarnar av festivalunum, sigur Annlis við Rás2.
Steintór Rasmussen og Jón Tyril, fyriskipararnar av teimum størstu festivalunum siga, at teir í mong ár hava tikið fyribyrgjandi stig soleiðis at alt fyrigongur undir skipaðum viðurskiftum, men sambært fyriskiparunum hevur alt samstarv áhuga. Jón ella Steintór avvísa tó ákæruna um at rúsevnir floyma á festivalunum. Teir eru báðir samdir um, at ræðumyndin als ikki er eftirfarandi, og at teir ikki hava merkt nakran trupulleika av rúsevnum á festivalunum.