Í síðstu viku setti Kári P. Højgaard, løgtingslimur fyri Sjálvstýrisflokkin, Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskimálum, nakrar spurningar viðvíkjandi fiskiskapinum hjá garnaskipum.
Kári P. Højgaard vil vera við, at útlendsk uppsjóvarskip gera seg inn á føroysk garnaskip, við at sigla yvir gørnini. Kári P. Højgaard spurdi tí, hvat verður gjørt frá føroyskari síðu fyri at verja føroysk garnaskip, og hvat verður gjørt fyri at upplýsa útlendsk skip um knattstøðuna á gørnunum hjá føroysku garnaskipunum.
Jacob Vestergaard svarar, at sum so verður einki gjørt, fyri at verja føroysk garnaskip. Landsstýrismaður vísir á, at uppsjóvarskip eru fevnd av somu økisásetingum, sum føroysk skip, tað vil siga, at øll øki, ið eru stongd fyri trolveiðu, eisini eru stongd fyri tey, ið fiska við uppsjóvartroli.
Landsstýrismaðurin sigur, at Vørn ikki hevur fingið nakra fráboðan frá garnaskipum um, at tey verða darvað og missa reiðskap vegna troling. Ein fráboðan er komin um eitt skip, ið misti reiðskap orsaka av, at eitt útlendsk skip trolaði yvir reiðskapin, men í hesum føri var trupulleikin, at skipið ikki hevði fráboðað knattstøðurnar, orsaka av tekniskum trupulleikum. Talan var tí ikki um beinleiðis illvilja.
Viðvíkjandi spurninginum um, hvat verður gjørt frá almennari síðu, so verða knattstøðurnar hjá reiðskapinum upplýstar á heimasíðuni hjá Vørn, bæði á føroyskum og enskum.