Koronustøðan í Danmark er heilt álvarslig, og smittutølini niðri spreingja um dagarnar øll mørk. Herfyri gjørdi danska stjórnin av at lata skeinkingarstøð og matstovur aftur í 38 kommunum, og líkt er til, at talan verður um eini øðrvísi jól hjá dønum.
Og tó.
Tað frættist, at summar danskar fyritøkur eru farnar at senda starvsfólkini snartúrar til Føroya at halda jólaveitslur.
Vandin í hesum er sjálvandi, at hesi halda seg ikki fyri sjálvi í seks dagar, meðan bíðað verður eftir seinnu koronukanningini, men fara út í býin at vála.
Hetta er kortini ikki nakað, ið tey hava merkt til hjá Atlantsflogi, ger Johanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, greitt. Teirra ábendingar eru, at tað eru mestsum bert føroyingar umborð á flogførunum hjá Atlantsflogi.
– Vit hava ikki skipað fyri nøkrum, og vit selja bara vanligar ferðaseðlar sum altíð. Vit royna at fylgja væl við og viðmæla, fortelja ferðafólki, hvat tey skulu og hvat tey ikki skulu og so framvegis, sigur Johanna á Bergi.
– Okkara ábendingar eru, at tað eru mestsum bara føroyingar umborð á flogførunum.
Hjá ferðaskrivstovuni 62 Norð hava tey hin vegin merkt áhuga hjá ferðafólki at gera skjótferðir til Føroya um jóltíðir, sigur Bergur Thomsen, stjóri.
– Vit hava fingið onkrar fyrispurningar frá fólki, sum ynsktu at koma upp til Føroya at halda nýggjár. Men vit hava verið noydd at greiða frá hesum við sætta degnum, og at fólk skulu vera fyri seg sjálvi. Fyri kundan hevur hetta verið ein dealbreakari, og tey tíma ikki at koma kortini.
– Vit tjena ikki nógvar pengar upp á at halda lágan profil, men vit síggja ikki nakran annan møguleika í løtuni, sigur Bergur Thomsen.