- Nógvar spekulatiónir eru frammi, tá slíkt fer fram, okkurt hevur eisini verið frammi um eitt oljufýr, men tað hava vit ikki fingið staðfest.
Tað sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, um eldsbrunan, sum var á bilverkstaðnum Bilhjálp í gjárkøldið.
Eldurin var stórur, og bygningurin fór illa.
Økið rundan um bygningin varð sperrað av, meðan sløkkiliðið royndi at fáa tamarhald á eldinum.
- Talan var jú um eitt verkstað, og har eru gassfløskur og hvørt av sínum, og tað tók sløkkiliðið hædd fyri, sigur Jón Klein Olsen
Seinnapartin í dag fara teknikarar hjá løgregluni inn í bygningin at gera kanningar.
- Vit fara í gongd seinnapartin, tí hóast eldurin er slóktur, so sleppa vit ikki framat fyrr enn alt er kólnað, greiðir Jón Klein Olsen frá.
Hoyr alla samrøðuna við varapolitiinspektørin við at trýsta á pílin undir myndini.