Tað er av álvara farið at ridla undir sokallaðu politisku semjuni um at leggja kommunurnar saman.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í kommunumálum, boðaði frá í síðstu viku, at semja var í samgonguni, og við aðrar flokkar, um at leggja landið í sjey ella átta kommunur á nýggjárinum 2013, og at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita eitt ár seinni.
Tað fer at ríða um snarið, um tað eydnast Løgtinginum at samtykkja ætlanina.
Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Mikkjal Sørensen, varamaður, siga, at teir kenna einki til semju. Teir eru ikki kunnaðir um nakra ætlan.
- Vit hava ikki hoyrt eitt einasta orð um hetta, fyrr enn nú tað brádliga verður almannakunngjørt sum ein politisk semja, siga teir.
Gerhard Lognberg sigur, at hann fer ikki at taka undir við hugskotinum. Tað er meiningsleyst, heldur hann.
- Tað hoyrir ongastaðni heima, at eitt fráfarandi Løgting skal taka støðu til eitt so stórt mál, beint áðrenn val verður útskrivað, sigur hann.
Gerhard Lognberg, sum eisini er borgarstjóri í Skopun, leggur afturat, at hann vil ikki, at kommunurnar skulu tvingast saman við lóg. Skulu kommunur leggja saman, skal tað vera sjálvboðið, heldur hann.