Tann tjekkaði
Til tann unga og tjekkaða dreingin er tað heilt sikkurt ein Mojito. Mojito er ein søtur, frískur og eksotiskur drykkur, ið upprunaliga stavar frá Cuba.
Hetta er ein tann mest kendi rommbaseraði »Highball« drykkurin, og hevur eina drúgva søgu, ið daterar heilt aftur í tíðina hjá slavunum úr Afrika, sum arbeiddu í sukurmarkunum á Cuba.
Í Føroyum og Evropa er hesin drykkur tó ikki vorðin heilt kendur fyrr enn nú seinnu árini, og føroyingar mugu sigast hava tikið henda fríska drykk heilt væl til sín. Millum bæði dreingir og gentur er hetta millum teir absoluttu favorittarnar.
Tann tjekkaða
Tann unga og tjekkaða daman, og gjarna um tær eru nakrar vinkonur saman, drekka uttan iva ein Cosmopolitan. Hetta er drykkurin hjá teimum nú. Men tað hevur ikki altíð verið so. Helst er tað úr røðini »Sex and the City« at hesin drykkur hevur vunnið sær frama.
Tann upprunaligi Cosmopolitan er tó als ikki líka sum tann, ið nú verður borðreiddur flest allastaðni. Ein Cosmopolitan var upprunaliga ein drykkur, ið businessfólk, bæði menn og kvinnur, drukku. Carrie Bradshaw, ið er tann í Sex and the City, ið drekkur henda drykkin, er eisini ein succésfull kvinna.
Tann upprunaligi Cosmopolitan smakkar sterkt til at alkoholi, við einum lítlum veti av tranebær í, meðan tann »nýggi« Cosmopolitan, helst av marknaðarstrategiskum orsøkum er nógv søtari.
Óansæð er Cosmopolitan valið, tá vinkonurnar fara í býin. Um tað ikki er Cosmopolitan, fellur valið ofta á Mojito, sum er næstan líka væl umtóktur.
Áðrenn Cosmopolitan fekk sítt gjøgnumbrot, var tann sera innbjóðandi Strawberry Daiquiri drykkurin hjá ungu gentunum.
Bygdadrongurin
Bygdadrongurin, sum kanska ikki er so vanur at ganga í býnum, og sum kanska manglar eitt sindur av hugflogi, heldur seg til eitt serligt slag av drykkum. Talan er um sodavatnsdiskotekdrykkir sum Ísbjørn, eisini kallaður Blue Lagoon, og San Fransisco.
Saman við einum vanligum vodka og appelsindjús er hetta kanska ein tann mest keðiligi drykkurin, ein barrvørður kann fáa til uppgávu at blanda.
Tann harði
Tann ungi og »harði« sum kemur inn á barrina, skal gjarna ofta hava okkurt sterkt, serliga um teir eru fleiri, ið fylgjast. Gjarna er tað okkurt við eldi, sum skal virka eitt sindur farligt, og tá er tað sum oftast eitt Vaccari Sambuca skot, ella ein Bloddy Mary.
Hetta verður ofta fylgt upp av einum Gin Tonic ella einum vodka og cola, og gjarna er stílurin ofta tann sami, sum hjá »bygdadronginum«.
Eldra og avslappaða parið um 40 – 50 ár
Hjá teimum eldru pørunum, ið ofta leita sær inn á Hvonn til eina hugnaliga løtu, er tað sum oftast Irish Coffe, sum er favoritturin. Irish Coffe er ein traditiónsríkur whiskeybaseraður drykkur, ið bæði kvinnur og menn halda nógv av. Hetta er mest til tey avslappaðu kvøldini.
Er ætlanin veruliga at fara í býin og hava tað stuttligt, eru tað teir klassisku 80’ara drykkirnir, sum eru populerir. Tað er San Fransisco, Sex on the Beach og Piña Colada. Hetta eru ofta drykkir, ið eru farnir av móta, men sum hesi fólkini kenna til frá teirri tíðini, tey vóru von at ganga í býnum. Kanska teir nýggjaru drykkirnir á skránni høvdu verið eina roynd verdir, heldur enn at halda fast við tað gamla...
Tjekkaða parið um 40 – 50 ár
Ein sera væl umtóktur drykkur hjá parinum, sum eru von við at vera úti og hugna sær er ein Espresso Martini. Hetta er ein frískur kaffidrykkur, ið gevur bæði eina góða kenslu av koffeini og alkoholi. Hann inniheldur vodka, Kahlua kaffilikør, kakaocrem og espresso.
Summi halda kanska, at Martini er sjálva fløskan, sum tað stendur Martini á, men tað er ikki veruleikin. Martini merkir eitt gott upplivilsi, og er tað bara marknaðarførslan av merkinum, ið hevur givið flestu fólkum hesa ímyndina. Sjálvur drykkurin Martini inniheldur í veruleikanum antin gin og dry vermouth, ella vodka og dry vermouth.
Eldri harrin
Teir eldru harrarnir hava sín egna stíl, og tá teir fara í býin, keypa teir ofta eina øl og ein snaps at hava viðsíðunaav. Typiskt er tað ein Gammel Dansk ella eitt glas við whiskey.
Tá hann fer í býin, fær hann sær tó ofta ein Gin Tonic, og tá tað bara stendur upp á hugna, so er tað mest øl, ið hann biður um.