Í samband við, at tað eru "Várdagar 2015" hjá Nes Kommunu, verður málningaframsýning við Jógvan Martin Olsen, sum mong kenna, sum venjara í fótbólti í Oyrahandlinum á Toftum.
Fernisering verður fríggjadagin 1. mai klokkan 17. Umframt kaffi og smákøkur, kemur Ólavur Jakobsen at spæla tónleik og Jóannes Hansen, sum mong kenna sum valserfrøðing í valsendingum í Kringvarpinum, kemur at siga nøkur orð.
Leygardagin 2. mai er framsýningin opin til klokkan 24 í samband við Bátafestivalin, sum verður á Toftum.
Framsýningin er annars opin mánadag til fríggjadag frá klokkan 10 til 17.30 og leygardag frá klokkan 10 til 14 (tá Navia og Insito hava opið). Framsýningin verður tær komandi vikurnar.
Á myndini sæst ein av málningunum hjá Jógvani Martini Olsen.










