Kendur VB venjari brádliga deyður

ANDLÁT: Tað er ein stórur missur hjá VB, at dugnaligi venjarin, sum gjørdi kvinnuliðið til besta liðið í Føroyum eitt skifti og sum aftur skuldi venja liðið aftur í ár, brádliga doyði í gjár í bestu árum

- Alt steðgaði upp í Vági í gjár.
Egil Steintórsson, formaður í hondbóltsdeildini hjá VB, sigur, at tað kom ómetaliga dátt við, tá ið tey í gjár fingu deyðsboðini av Aivaras Daugis, úr Litavia, sum er vælkendur venjari hjá felagnum í Vági.
Hann var í bestu árum, nú hann doyði, tí hann var bara 39 ára gamal.
Hann hevur áður verið venjari hjá VB í eini fýra ár og onkur av hesi árinunum gjørdi hann felagið til besta lið í landinum við tað, at tey vunnu bæði FM og steypakappingina.
Eftir ein steðg kom hann aftur til Vágs í vár og var venjari hjá VB teir síðstu dystirnar í undanfarnu kapping við tí fyri eyga at halda fram í starvinum hetta kappingarárið.
Hann skuldi sostatt koma aftur til Vágs í næsta mánað at verða venjari hjá VB í vetur og við sær skuldi hann hava tveir leikarar.

Stórur missur
Egil Steintórsson sigur, at í løtuni dugir hann ikki at siga, hvat VB nú fer at gera og hann veit heldur ikki, um spælararnir, koma kortini.
Men støðan altso tann beint nú, at VB hevur ongan venjara í vetur.
- Tá ið tann ringasti skelkurin hevur lagt seg um nakrar dagar, fara vit í VB at tosa saman um, hvat vit nú skulu gera.
Men hann staðfestir, at tað er ein stórur missur fyri VB, at Aivaras Daugis er farin.
- Hann hevur gjørt eitt kanónarbeiði fyri VB sigur hann og leggur afturat, at tað eru eisini nógvir av teimum ungu spælarunum í dag, sum fyri ein heilt stóran part kunnu takka honum fyri tað, teir duga á vøllinum, sigur hann.
Les eisini viðmerkingina frá Boga Mortensen, sum kendi Aivaras Daugis væl og sum sigur, at hann var eitt øgiliga gott fólk.