Kendur »valari« 70 ár

Fyri 38 árum síðani fóru nakrir ungir tvørádreingir og eisini onkrir ungir havnadreingir á venjingarlegu í borðtennis í Danmark. Sjálvur var eg bert 14 ára gamalur, og minnist eg týðiliga, hvussu stór henda ferð var fyri okkum - út í ta víðu verð. Og ivaleyst hava foreldur okkara hildið, at vit vóru í góðum hondum, tí ferðaleiðarin var eingin annar enn Sverri Midjord

Og júst hesin parturin av lívinum hjá Sverra hevur havt stóran týdning fyri Tvøroyri. Hann var ígongdsetarin, stuðulin og leiðarin. Ikki bara í TBF, sum hann saman við øðrum tók stig til at stovna, men so sanniliga eisini innan fyri Tvøroyara Bóltfelag. Eitt ótroyttiligt stríð, onkuntíð við góðum úrslitum, men als ikki altíð. Men Sverri gavst ikki so. Og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Sverri hevur havt stóran týdning fyri ítróttin á Tvøroyri. Hesum siga vit takk fyri.
Og enn situr hann sum varaforseti í ÌSF, og tað man neyvan verða uttan grund. The Grand Old Man í føroyskum ítrótti.
Sverri Midjord, hesin erka-valarin, erka-tvøramaðurin og erka-TB´arin fyllir 70 ár 2. apríl.
Vanliga kenna vit menniskju fyri teirra borgarliga starv. Vit siga, hann var ein góður lærari, góður sjómaður, ella at hon var ein ófør sjúkrasystir. Men við Sverra er tað øðrvísi. Tað er ikki hin fryntligi postmaðurin, sum Sverri var í 19 ár, ella hin ábyrgdafulli starvsmaðurin á Toll- og Skattstovuni, sum hann var í góð 30 ár, sum fyllir 70. Nei, tað er ítróttarmaðurin, tvørámaðurin og politikkarin Sverri Midjord, sum fyllir 70 ár.
Sverri er uppvaksin mitt í Valinum hjá ommuni og abbanum Juliu og Poul í Trøðini. Her merkti hann sum piltur tann veruleika, sum eyðkendi arbeiðarafjøldini og fakrørsluna. Og hetta var ikki hissini barlast at hava við sær víðari á lívsins leið. Men eisini trúskapin fekk hann við sum førning. Og trúgvur sum trøllið hevur hann altíð verið. Trúgvur móti sínum, trúgvur móti bygdini og trúgvur móti tí, sum hann politiskt hevur staðið fyri.
Men tað sum eyðkennir Sverra einamest er, at hann er so ótrúliga uppmerksamur. Tað er ikki ein føðingardagur, eitt brúdleyp ella ein jarðaferð í bygdini, at Sverri ikki onkursvegna letur við seg koma. Og júst her vísir hann eitt stórt sosialt medvit - tað at koma hvørjum øðrum við.
Innast inni hugsi eg, at tað er felagsskapurin, sum hann altíð hevur leitað eftir - tí sosiala felagsskapinum. Felagsskapurin við onnur menniskju, sum eitt nú ítrótturin, sjónleikurin, dansingin og politikkurin gevur møguleikar fyri.
Persónliga havi eg kent Sverra í mong ár. Fyrst sum ítróttarleiðara, men síðan sum starvsfelaga í bæði býráðs- og landspolitikki.
Eg fari við hesum fáu orðum at ynskja tær Sverri hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Nú sólin er komin vestur á himmalin vil eg ynskja tær alt tað besta fyri komandi dagar, og eg vil eisini vegna Føroya Javnaðarflokk ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum við tøkk fyri tíni tøk.

Jóannes Eidesgaard