Kendur trummuleikari deyður

Clyde Stubblefield spældi við James Brown og var við til at skapa funktónleikin.

Clyde Stubblefield andaðist leygardagin av nýrasjúku.

 

Hann var stílskapandi trummuleikari, og sigst vera ein teirra, ið legði lunnar undir funktónleikin. Hann er eisin millum mest samplaðu trummuleikarar í heiminum, tað vil siga, at ljóðspor við hansara trummum eru endurnýtt av øðrum. Serstakliga hava hip-hop tónleikarar notið av vælsvingandi rútmunum hjá Stubblefield og eittnú hava Public Enemy, N.W.A, Dr. Dre og Beastie Boys nýtt hansara trummuspor.

 

Kendur var hann m. a. sum tann "funky" trummuleikarin hjá James Brown, tá hesin var í hæddini í seksti- og sjeytiárunum. Hann er við á plátuklassikarum sum t.d. Cold Sweat og Sex Machine, og á løgum sum Say It Loud - I'm Black and I'm Proud, Ain't It Funky Now og I Got the Feelin'.

 

Áðrenn tað hevði hann verið trummuleikari hjá soul-legenduni Otis Redding.

 

Clyde Stubblefield varð í 2002 skurðviðgjørdur fyri nýrasjúku sína, og árini eftir hetta sigst Prince, sum helt sera nógv av trummuveteraninum, at hava goldið á leið hálva millión í hjálp til heilsuútreiðslurnar hjá kenda trummuleikaranum.

 

Stubblefield var í 2014 í LA Weekly kosin at vera næstbesti trummuleikari nakrantíð.

 

Clyde Stubblefield gjørdist 73 ára gamal.