Stephen Gately, sum er kendur úr bólkinum Boyzone, er funnin deyður í eini íbúð á Mallorka, bert 33 ára gamal. Hetta skriva bretskar tíðindakeldur.
Gately var ein av stjørnunum í Boyzone.
Tíðindastovurnar skriva, at Stephen Gately var á Mallorka og helt frí, nú hann varð funnin deyður í íbúðini.
Keldurnar siga, at hann hevði verið í býnum og vaknaði ikki aftur næsta morgun.
Tilburðurin verður váttaður á almennum heimasíðum hjá Boyzone.
Sum skilst, er ikki líkt til, at nakað kriminelt liggur aftanfyri deyða Stephens, hvørki álop ella sjálvmorð.