Kendur stríðsmaður fyri fólkaræði handtikin í Hongkong

Ein av kendastu stríðsmonnunum fyri fólkaræði í Hongkong, Jimmy Lai, er handtikin.

Hesum boðaði miðlavirkið Next Digital frá tíðliga í morgun.

Kendi fjølmiðlakongurin varð handtikin fyri mistanka um samstarv við útlendskt vald í sambandi við umstríddu trygdarlógina, suym Kina setti í gildi í Hongkong í juni, upplýsit Mark Simohn, sum er aðalstjóri í Next Digital.

Handtøkan kann fáa stórar avleiðingar fyri 71 ára gamla Jimmy Lai, tá tann nýggja trygdarlógin bannar uppreistri ella royndir fyri loysing. Tað kann geva fongsul upp til lívstíð.

Fjølmiðlakongurin og milliardiingurin Jimmy Lai er sjónskur atfinnari at kinesiska stýrinum.

/ritzau/Reuters