Kendi amerikanski sjónleikarin, Anne Heche, er deyð, 53 ára gomul. Fyri eini viku síðani, tann 5. august, koyrdi hon við nógvari ferð inn í eini hús, og eldur kom bæði í bilin og í húsini. Tað tók sløkiliðsfólkum ein hálvan tíma at fáa Anne Heche úr tí brennandi bilinum, men síðani hevur hon ligið í respiratori. Hon hevði fingið so stóran skaða, at læknarnir søgdu, at hon var heiladeyð og í dag varð sløkt fyri respiratorinum.
Anne Heche hevur spælt við í einum hópi av filmum, eitt nú Donnie Brasco, seven deys Six Days, Seven Nights og nýggju útgávuni av klassikaranum, Psycho.