Í dag er heimskendi sjónvarpskokkurin, Anthony Bourdain funnin deyður á einum hotelverilsi í Strasburg í Fraklandi, har hann var staddur í sambandi við eina sjónvarpsrøð hann ger fyri CNN. Og CNN skrivar eisini, at hann hevði tikið seg av døgum
Í nógv ár Anthony Bourdain verið vanligur gestur í sjónvarpstovum kring allan heimin, eisini í Føroyum, har hann hevur víst hyggjarunum, og greitt frá um matmentanina kring um í heiminum.
Hann var tikin úr leikum sum kokkur, frásøgurmaður og høvundur, sigur CNN. Hann gjørdi nógvar sendingar fyri CNN, og eisini fyri Travel Channel, har serliga er kendur fyri sínar ferðir kring um í heiminum, har hann greiddi hyggjarum frá um matmentanina kring um. Hann gjørdi eisini sínar egnu sendingar.










