Í sambandi við at kendi russiski rithøvundurin Mikhail Sjisjkin vitjar í Føroyum, skipa Speorin og Hotel Føroyar fyri almennum hugnakvøldi í kvøld.
Kvøldið verður skipað sum framløgur saman við russiskum tónleiki, ið Nikolaos Kapnas og Jóannes Andreassen spæla.
Páll Danielsen lesur brot úr heimskendu skaldsøguni.
Høvundurin tosar um sín skaldskap.
Týðarin, Johnny Thomsen, greiðir frá sínum týðingum og tí stóru russisku føroysku orðabókini, sum verður latin upp í kvøld.
Hotellið bjóðar okkurt lætt, og til ber at ogna sær bókina við høvundans undirskrift í, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum.