Ein av kendastu rapparum í Danmark verður um vikuskiftið at hoyra í dansistaðnum REX.
Talan er um Yepha, sum er kendur frá duo´ini UFO & YEPHA. Hann spælir nú einsamallur og hevur fleiri hitt. Eitt tað kendasta er uttan iva "Skub til taget", sum var ein sonn landaplaga í 2010 og 2011.
Nú hevur hann so aftur eitt, hitt sum hevur ligið nummar eitt á danska dancechart listanum í 20 vikur. Sangurin liggur í løtuni á einum øðrum plássi og eitur Ik Gør Det.
Leygarkvøldið fær Rex eisini vitjan av vælumtókta Dj Tummix.