Byrjað verður kl. 21.00, og í 2-3 tímar fara teir báðir at tosa um ymisk viðkomandi evni.
Sum vant verður høvið hjá lurtarum at ringja inn við viðmerkingum og/ella bønarevnum.
Mogens Tilsted Christensen er føddur 10 apríl 1944. Er giftur við donsku sjúkrasystirni Anna Christensen, eigur 3 børn og 3 abbabørn. Í 1967 fekk hann HH-studentsprógv á handilsskúlanum í Århus og hægri handilsskúla. Hann bleiv søluráðgevi í 1967-69.
Í 1969-2002 var hann ognarseljari og ognarráðgevi, meðan hann gekk á bíbliuskúla og læs gudfrøði frá 1991. Seinni bleiv hann innskrivaður á lærdan háskúla í Århus í 1992. Frá 1996-98 var hann samskiftistøknikur fyri tað Kristiliga Dagblaðið.
Í 2002 fekk hann Cand. theol. (t.v.s. at hann fekk prestaútbúgving) á Fróðskaparsetrinum í Århus.
Í 2003 bleiv hann sóknarprestur í Tjørnuvík, Haldórsvík, Saksun, Hvalvík, Hósvík, Kollafirði, Kvívík og Vestmanna kirkjum í Føroyum.










