Stig Wennerström var oberstur í svenska flogvápninum, men í 1963 bleiv hann tikin og skuldsettur fyri at hava njósnast fyri Sovjetsamveldið. Kanningarnar avdúkaðu, at hann hevði verið sovjetskur njósnari líka síðani 1948, tá hann hevði arbeitt á svensku sendistovuni í Moskva eitt tíðarskeið.
Sum oberstur í flogvápninum hevði hann atgongd til nógvar hernaðarligar upplýsingar, og sovjetski áhugin fyri honum gjørdist ikki minni, tá hann í 1952 fór at arbeiða á svensku sendistovuni í Washington. Í 1957 fekk Stig Wennerström sæti í einari týðandi svenskari hernaðarnevnd, og seinni fór hann at arbeiða í uttanríkisráðnum í Stockholm.
Øll árini njósnaðist hann fyri Sovjetsamveldið, men í 1963 varð hann tikin og dømdur lívlangt revsiarbeiði. Dómurin bleiv seinni broyttur til 20 ára revsiarbeiði, men í 1974 fekk Stig Wennerström grið og varð latin leysur.