Kendur mafialeiðari tikin

Fyri 16 árum síðani varð italski mafialeiðarin Michele Zagaria dømdur fyri fleiri morð, men talan var um fráverudóm, tí hóast umfatandi leiting hevði løgreglan ongantíð funnið mannin.

Men nú er Zagaria, sum hevur verið ovasti í einum av teimum ringastu mafialiðunum í Napoli, tikin. Italska løgreglan sigur, at hann bleiv tikin nærhendis heimi sínum í býnum Casapesenna, sum er norðan fyri Napoli.

Michele Zagaria hevur staðið á odda fyri Casalesi-ættini, sum sambært italsku myndugleikunum hevur skipað fyri umfatandi rúsevnahandli, og sum eisini hevur verið uppi í korrupsjón í byggivinnuni.

Casalesi-ættin er ein part av tí tiltikna Camorra-kervinum, sum stýrir tí mesta kriminalitetinum í Napoli.