Toftamenn leggja nógv fyri, nú teir annað árið upp í slag eru næstbestu deildini. Bill M. Jacobsen er nýggjur venjarin og nú er kent andlit aftur í hópinum. Talan er um fyrrverandi U21 landsliðsspælarin, André Olsen.
27 ára gamli miðvallarin hevur spælt ikki færri enn 152 dystir í bestu deildini og skotið 11 mál. Hann spældi seinast við besta liðnum hjá Skála, men meiðslaði sær knæið. Hann er nú í holt við uppvenjing og verður væntandi klárur til komandi kappingarár.
B68 bleiv í fjør nummar fýra næstbestu deildini, men við André Olsen aftur í hópinum verður mett, at B68 siktar eftir uppflyting í ár.