Ein tann best kendi mótstøðumaðurin ímóti týsku hersetingini í Noregi undir seinna heimsbardaga, Gunnar Sønsteby, er deyður á einum ellisheimi í Oslo. Hann var 94 ára gamal.
Gunnar Sønsteby var 22 ára gamal, tá týskararnir hersettu Noreg í apríl í 1940. Hann hevði frammanundan fingið at vita, at hann var ikki egnaður at gera hertænastu, men nú gjørdi hann av at fara saman við teimum, sum bardust ímóti hersetingarvaldinum. Tey næstu árini stóð hann á odda fyri fleiri atgerðum, og hann stóð ovarlaga á einum lista hjá Gestapo við nøvnum á norðmonnum, sum týskararnir vildu hava fatur á.
Gunnar Sønsteby varð heiðraður við krígskrossinum við trimum svørum, og hann er einasti norðmaður, sum hevur fingið tann heiðurin.