Skotski landsliðsleikarin Leigh Griffiths hevur ikki trupulleikar við at skjóta mál á fótbóltsvøllinum, men uttan fyri strikurnar á vøllinum hevur hann eftir øllum at dømt stórar persónligar trupulleikar at dragast við.
Trupuleikarnir hjá hinum 28 ára gamla áleyparanum eru nevniliga so stórir, at hann nú noyðist at taka ein steðg í stóra fótbóltsfelagnum, Celtic, har hann spælir.
Hetta kunngjørdi venjarin hjá felagnum, Brendan Rodgers, á tíðindafundi fyri dystin hjá Celtic móti Red Bull Salzburg í Evropa Ligaini seinasta hóskvøld.
- Leigh Griffiths verður tikin úr fótbóltinum eitt stutt tíðarskeið. Hann hevur havt langdrignar persónligar trupulleikar í nakrar mánaðir, men hann hevur gjørt tað gott á liðnum, segði Brendan Rodgers.
Venjarin legði aftrat, at áleyparin nú er komin har til, at tilveran er eitt stríð hjá honum, og felagið vil veita honum alla ta professionellu hjálp, hann hevur brúk fyri, soleiðis at hann kann koma fyri seg aftur.










