Tann kendi filmsleikstjórin Tony Scott hevur beint fyri sær við at leypa út av einari brúgv í Los Angeles. Tað sigur løgreglan í býnum fyri fjølmiðlunum.
BBC veit at siga, at Tony Scott leyp út av Vincent Thomas-brúnni í gjár. Hann var 68 ára gamal.
Tony Scott var breti og beiggi tann kenda filmsframleiðaran Ridley Scott, og teir báðir vóru saman um fleiri filmar so sum Crimson Tide, Days of Thunder og Beverly Hills Cop II. Tann seinasti filmurin, sum Tony Scott leikstjórnaði, var Unstoppable við Denzel Washington sum høvuðsleikara.