Leygardagin klokkan 15-17, verður hátíðarhald í Ósaskúlanum í Klaksvík í sambandi við, at Óli Olsen nú hevur skrivað bók um kenda klaksvíkingin Fisher Heinesen. Høvundurin verður sjálvur til staðar og fer at undirskrivað bøkur, sum eisini verður til keyps fyri serprís. Á hátíðarhaldinum fer Jóan Pauli Joensen, professari, at halda røðu og Karl Martin Samuelsen fer at syngja og spæla. Í bókini verður greitt frá, hvussu tað var at veksa upp í Klaksvík fyrst í farnu øld og tað verður eisini skrivað um leiklutin, Fisher Heinesen hevði í Læknastríðnum í Klaksvík. Bókin byggir á endurminningarnar og dagbøkurnar hjá Fisher Heinesen sjálvum og tað eru nógvar myndir í bókini.