Kendur kjakari og rithøvundur til Føroyar at seta kikaran á javnstøðu

Í næsta mánað kemur kendi danski rithøvundurin og kjakarin, Hanne-Vibeke Holst til Føroyar at tosa um týdningin av javnstøðu Nú hava føroyingar høvi at hoyra kenda danska rithøvundan Hanne-Vibeke Holst, sum vitjar í Føroyum í næsta mánaði.

Hon verður at hoyra í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 11. mai klokkan 19.30, og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 12. mai klokkan 20.00.

Tað eru Javnstøðunevndin og Demokratia, sum skipa fyri vitjanini.

- Við hesum tiltaki ynskja Javnstøðunevndin og Demokratia at skapa breiðan áhuga fyri javnstøðu og fyri týdninginum av javnstøðu í politikki og í samfelagnum, siga tær báðar nevndirnar í tíðindaskrivi.

Hesi kvøldini fer Hanne-Vibeke Holst fyr at at tosa um sítt rúgvismikla skaldaverk og síðani verður sofa-prát, har Brynhild Thomsen, blaðstjóri á Dimmalætting, tosar við hana um ymisk viðurskifti.

Eisini verða smærri tónleikaframførslur. Ì Norðurlandahúsinum fara kórini KATA og Cantabile at syngja og hesar framførslurnar eru eitt ískoyti, sum Tórshavnar kommuna stendur fyri.

Í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fer Eivør Pálsdóttir at syngja og spæla tað er ein gáva til tiltakið frá nýstovnaðu Eysturkommununi.

Atgongumerkini kosta 100 kr. og kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum og á kunningarstovunum í Havn, í Fuglafirði, í Runavík og í Klaksvík.

Umframt Tórshavnar kommunu og Eysturkommunu stuðla Norðurlandahúsið og Fuglafjarðar kommuna eisini tiltakinum.