Hann er einasti beiggi, men hevur 4 systrar, Paulina, Anna Elisa, Margit og Sólgerð.
Sum ungur royndi Trygvi sjólívið, fiskaði bæði við Ísland og Grønland. Sum flestu hvalbingar var hann eisini í kolinum.
Í 1965 keypti hann sær egnan bil, og fór tá at koyra hýruvogn. Seinni keypti hann sær buss, og fór at koyra privata rutu millum Hvalba og Tvøroyri. Hetta helt kann fram við til 1984, tá ið hann fór at koyra fyri Bygdaleiðir.
Trygvi hevur verið Roynari við stóra R, og hevur hann havt sera nógv at týða fyri felagið. Hevur í mong ár nærum nýtt alla sína frítíð uppá bóltfelagið. Var sum spælari við til at endurstovna fótbóltin í Hvalba í 1968, spældi eftir hetta nógv ár við Royn og hevur eisini roynt seg sum venjari. Venur í dag ungdómsliðini hjá felagnum. Sum tøkk fyri dyggan stuðul í mong Harrans ár og fyri at hava sitið í 20 ár í stjórn felagsins, er Trygvi vorðin heiðurslimur í Royn.
Eisini innan kommunalpolitikk hevur Trygvi drúgvar royndir, og veljarar hava sýnt honum somikið álit, at hann hevur sitið í Hvalbiar bygdaráð síðani 1988.
Í 1973 giftist Trygvi við Rutt Jensen av Tvøroyri, og saman hava tey bygt upp eitt hugnaligt heim, har ein altíð kennir seg vælkomnan. Tey eiga børnini Jákup, Dianu og Kristian og 6 eru abbabørnini.
Tað eru nøkur menniskju, sum duga til alt. Eitt sovorðið menniskja er Trygvi. Hann er sera handaligur, og dugir væl til alt handans verk. Er tí sera góður at heita á, og aldri ber hann seg undan. Nú sólin er komin vestur millum Prest- og Grímsfjall, verður tí við hesum fáu orðum ynskt hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og vónandi fært tú ein góðan dag saman við familjuni.









