Kendur guitarleikari hvarv í 1995

Nú biður systir hansara um hjálp, um nakar veit frá honum at siga.

Í 1995 hvarv guitarleikarin Richey Edwards, sum var í kenda bólkinum Manic Street Preachers. Hetta var heldur løgið. Hann var 27 ár, og hvarv sum døgg fyri sól, og er ikki sæddur síðani.

 

Herfyri var systir hansara, Rachel, í bretskum sjónvarpi, har hon prátaði um bróður sín.

 

- Hann hevði fylt 50 ár 22. Desember. Vit hava onga hóming av, hvar hann er, segði hon millum annað.

 

 

- Vit vita bert, at bilur hansara varð funnin nakrar vikur eftir, at hann hvarv. Eg heiti á øll, sum møguliga vita okkurt um hetta, um at koma fram við tí, segði Rachel.

 

 

James Dean Bradfield og Edwards skuldu í 1995 hittast og skuldu við flogfari til New York, har teir skuldu umboða tónleikabólkin.

 

 

Líkið av Edwards er ikki funnið, men hann varð lýstur deyður at vera í 2008.

 

 

Hóast sorgarleikin í 1995, helt Manic Street Preachers fram sum trio, og í apríl kemur bólkurin við 13. Útgávuni, ið nevnist Resistance is Futile.

 

 

Á myndini sæst Edwards nummar tvey frá høgru.