Kendur gospelsangari á Eiði

Hann er frá sama stati í USA sum amerikanski forsetin, men hann arbeiðir ikki í Washington, DC. Ístaðin ferðast hann kring heimin sum gospel-sangari, og hann hevur vitjað 22 lond við sínum væl dámda sangi

Mikukvøldið var Larry Ford í ítróttarhøllini á Eiði, har hann sang frá hjartanum fyri einari mest sum fult settari høll.
Tað var onkur eiðismaður, sum helt fyri, at hann hevði ongantíð sær so nógvar bilar á Eiði fyrr. Og tað var kanska okkurt um tað, tí parkeringspláss vóru ikki at finna, og fólk vóru komin úr øllum landinum fyri at hoyra stóra og kenda gospel-sangaran Larry Ford.
? Eg havi vitjað fleiri lond, millum annað Amsterdam ... Nei, Holland! sigur Larry Ford á pallinum, áðrenn listin við øllum hinum londunum verður uppróptur, millum annað Danmark.
Jú, hann er amerikanari, tað ivaðist ongin í. Men ongin tóktist heldur ivast í, at hann er gospel-sangari av øllum hansara hjarta. Fólkið tóktist liva seg rættuliga inn í gospel-rútmurnar, tá Larry Ford setti gongd á kórið og tónleikararnar, meðan hann sjálvur sang fyri.
Larry Ford kendi sín áskoðara og dugdi væl at fáa fjøldina við. Áskoðararnir í ítróttarhøllini á Eiði stóðu mangan uppi ístaðin fyri at sita niðri. Dúgliga varð klappað, meðan amerikanarin tónaði.
? Hann hevði eina fantastiska góða rødd. Eg nýtti løtuna. Tað varð ein ótrúliga góður stemningur, og fagnaðurin var ótrúliga góður, segði Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, um konsertina hjá Larry Ford á Eiði.
Tá Larry Ford ikki sang gospel, tosaði hann til fjøldina um boðskapin, sum hann við sanginum var komin fyri at fáa fram. Larry Ford hoyrir til kirkjuna "First Assembly of God" sum liggur í Fort Myers, Florida.
Larry Ford tosaði eisini um politikk. Hann segði millum annað, at tað kundi væl vera, at hann ikki var samdur í politikkinum hjá George W. Bush, forseta.
? Men eg eigi tveir synir, sum eru í Irak sum hermenn. Og eg stuðli teimum av øllum mínum hjarta, sigur Larry Ford, sum er giftur og eigur fimm synir og eina dóttir.
Hann er giftur við Sherryl Ford, og tey hava longu hildið 30 ára hjúnarbandsdag teirra.
Larry Ford byrjaði sum 15 ára gamal at syngja, og seinnu árini hevur hann verið at sæð á vælkendu Gaither-videoløgunum.
? Gud hevur givið Larry Ford eina ótrúliga rødd, og hann brúkar hana kring heimin við tí endamáli at fáa góða boðskapin fram: Gud er við okkum, sigur Gloria Gaither um Larry Ford.
? Eftir mínum tykki er Larry Ford tann besti tenorurin innan gospel-tónleik. Punktum, sigur James Blackwood um Larry Ford, sum nú hevur sungið fyri føroyingum.
Larry Ford duldi ikki fyri á konsertini á Eiði, at hann vil hava føroyingar at lurta eftir meira gospel. Við tí fyri eyga vísti hann á, at fólk kundu keypa fløgur frá honum.
Larry Ford heldur einar 150 konsertir um árið.