Fyrra høvuðsnavnið hevði eisini eina góða framførslu á Fjarðafestivalinum Klokkan gott hálvgum níggju í gjárakvøldið kom fyrra høvuðsnavnið á Fjarðafestivalinum, Brenton Brown á pallin í Kelduni.
Tá konsertin hjá Brenton Brown byrjaði vóru ikki so nógv fólk komin inn í hølið, men so skjótt vælljóðandi rútmurnar byrjaðu at bergtaka fólk, so fyltist hølið rættiliga skjótt.
Arni Abrahamsen frá Fjarðafestivalinum sigur, at hóast Brenton Brown ikki er eitt so kent navn í Føroyum, so hevur hann skrivað fleiri kendar kristnar sangir, og hann syngur fleiri vælkendar lovsangir, sum eisini verða sungnir í ymiskum samkomum í Føroyum. Áhoyrararnir vóru við í framførsluni, og tað sást, at fólk kendu fleiri av sangunum hjá Brenton Brown.
Stílurin hjá Brenton Brown er melodiøsur rockur/lovsangur, har trummurnar fylla rættuliga nógv í framførsluni.
Brenton Brown framførdi bæði egin løg, og eisini onnur kend løg, sum t.d. sangin ?Majesty? hjá Delirous, umframt onnur kend lovsangsløg.
Áðrenn konsertin endaði greiddi Brenton Brown eitt sindur frá sínum uppvøkstri í Suður Afrika, og síðan stemmaðu øll í vælkenda sangin ?I saw the light?.
Brenton endaði við sanginum ?Our God saves?, og Brenton takkaði fyri gestablídnið í Føroyum, og hann greiddi frá, at hann var bergtikin av tí føroysku náttúruni. At enda fekk áhoyrarafjøldin sangin ?Lord reign in me?, sum tað seinasta eykanummarið.
Semja var um, at talan var um eina góða framførslu hjá Brenton Brown, sum gjørdi seg væl meiri kendan í Føroyum við framførsluni ígjár. Ókent kann eisini verða gott.










