Tá sleppa fyri fyrstu ferð børn í fleiri ymiskum londum at hoyra og síggja seg sjálvan í einum nýggjum videolagi, sum er sungið inn og filmað í Kosta Rika, Kenja, Litavia og í Føroyum.
Steintór Rasmussen gjørdi sangin Tað kundi verið eg í samband við eina Reyða Kross landsinnsavning fyri júst fýra árum síðani. Lagið fekk eina hjartaliga móttøku og varð í 2022 av Kringvarpi Føroya kosið at verða ársins hitt.
Lena Andersen hevur síðani týtt orðini til enskt, sum nú børn úr trimum ymiskum heimspørtum syngja.
##med2##
Tað eru Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson, sum hava filmað í Afrika, Miðamerika, Eysturevropa og her í Føroyum. Og sjálv hava tey klipt og sett saman videolagið.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##















