Greg Ham, sum spældi í tí heimskenda avstralska tónleikabólkinum Men at Work, er funnin deyður í íbúð síni í Melbourne. Hann var 58 ára gamal.
Sambært fjølmiðlunum hevur løgreglan illgruna um, at talan kann vera um eina brotsgerð. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at tað eru ávís viðurskifti, sum eru ógreið, og tí hevur løgreglan avbyrgt íbúðina, meðan málið verður kannað. Tað er heldur ikki staðfest enn, hvørjum Greg Ham doyði av, sigur talsmaðurin.
Í Avstralia er Greg Ham serliga kendur fyri sítt sermerkta floytuspæl í lagnum "Down Under". Annars spældi hann eisini keyboard og saxofon í Met at Work, til limirnir í bólkinum fóru hvør til sítt í 1985. Aftaná royndi hann seg sum solist og sum sjónleikara.