Tað hongur ein dapur dámur yvir føroyskum súkklarum. Teir hava verið fyri svárum missi og eru skelkaðir. Felagi teirra, Eyðun Poulsen, ið hevur verið ein av grundstuðlunum í føroyskari súkkluítrótt, er brádliga tikin frá teimum.
? Eyðun Poulsen hevur verið ein hornasteinur og ein ógvuliga trúgvur stuðul í súkklufelagnum. Hann var altíð ágrýtin og spardi seg ikki, tá okkurt skuldi gerast í felagnum, sigur Gunnar Dahl-Olsen, formaður í Tórshavnar Súkklufelag.
Eyðun Poulsen luttók í súkklukappingini, sum var á Varmakeldu í Fuglafirði, og hann endaði á fimta plássi. Hann gramdi seg um fepur undan kappingini, men fullførdi og hjálpti eisini til at rudda av aftaná.
? Vit í súkklufelagnum eru skelkað, og eg vænti, at hetta fer at seta sín dám á oyggjaleikirnar og súkklukappingar, sum standa fyri framman, heldur Gunnar Dahl-Olsen.
Vann bronsu í 1995
Eyðun Poulsen hevur íðkað súkkling í fleiri ár, og hann var eisini við, tá súkklulandsliðið fekk sítt besta úrslit í oyggjaleikahøpi higartil.
Tað var í 1995, tá oyggjaleikirnir vóru á Gibraltar. Føroyska landsliðið fekk tá bronsumerki í einkultstarti. Við á tí landsliðnum vóru Bogi Christiansen, Gunnar Dahl-Olsen, Jóhann Brend, Rógvi Johansen og Eyðun Poulsen, sáli. Í hesum tíðarskeiðnum var Eyðun Poulsen uppá sítt besta sum súkklari.
Umframt bronsumerki hjá liðnum fekk Bogi Christiansen bronsu í býarkoyring, og Gunnar Dahl-Olsen fekk silvur í 100 kilometrum. Landsliðið fekk sostatt trý heiðursmerki á teimum leikunum, og tað er besta úrslitið hjá føroyskum súkklarum. Í hesi vikuni fer súkklulandsliðið til Isle of Man at kappast, og tey hava óivað Eyðun í tonkunum.
Eyðun Poulsen arbeiddi dagliga í Keypssamtøkuni í Hoyvík, har hann hevði goymsluna undir hond. Eyðun Poulsen átti fýra børn.










