Kendur danskur skemtari vitjar føroyingar

Í kvøld verður ”Innrás: Keypmannahavn” hildin í Amager Bio. Hetta er eitt kvøld við føroyskum tónleiki og undirhaldi til føroyingar.

Dynamit og Eyðun & Terja fara at spæla, og Sjúrður Skaale verður frásøgumaður og undirheldur.

Ein serligur danskur gestur er eisini boðin við til føroyska kvøldið. Tað er kendi skemtarin og sjónvarpsverturin Anders Lund Madsen, sum gjøgnum árini ofta hevur vitjað í Føroyum og eitt styttri skifti sum ungur búði í Føroyum. Hann fer at hugleiða um sínar føroysku upplivingar.

Dyrnar í Amager Bio verður latnar upp kl 21.00 í kvøld, og ein tíma seinni byrjar undirhaldið á pallinum.