Tað var fyrrverandi danski politikarin Kristen Touborg Jensen, ið lat lív, tá ferðsluvanlukka fyrr í dag hendi við Holstebro.
Við Herningvej koyrdi 73 ára gamli Touborg av ókendum orsøkum yvir í síðuna við mótkoyrandi ferðslu, og rendi á ein mótkoyrandi bil, og doyði á staðnum. Danskir miðlar skriva, at tað er í samráð við familjuna hjá Touborg, at navnið verður kunngjørt alment.
Við í bilinum var eisini kona Kristin Touborg Jensen, og verður hennara støða søgd at vera hættislig. Bilførarin í mótkoyrandi bilinum slapp við smærri snuddum.
Kristin Touborg var úr Lemvig, og var fólkatingslimur fyri SF frá 1994 til 2011. Hann var kendur, tí hann var framum onnur undirhaldandi, litríkur og beinrakin, tá hann úttalaði seg, uttan at balla nakað inn.
Núverandi forkvinna í SF, Pia Olsen Dyhr lýsir Touborg á m.a. henda hátt: Kristen var lige ud af landevejen, provokerende, sjov og kærlig, og jeg kan slet ikke forstå, at jeg ikke skal tale i telefon med ham igen, eller gå en tur, eller få en bjørnekrammer, når modvinden kommer, og der er behov for gode venner.